Fyri hvørja av Ramsar-oyggjum skal ein Ramsar-ætlan gerast, sum er ein fyrisitingarætlan við tilmælum um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at verja fugl í oynni og umhvørvi teirra.
Endamálið við Ramsar-ætlanunum er í stuttum at lýsa økini, serliga at lýsa viðurskifti, sum kunnu metast sum ein hóttan móti sjófugli, og gera tilmæli og uppskot til møguligar loysnir, fyri at minka ella steðga hóttanunum og/ella forða møguligum komandi hóttanum.
Ætlanirnar eru at meta sum tilmæli til allar viðkomandi partar, sum hava ábyrgd av og heimild til at taka stig, fyri at tryggja økini sum Ramsar-øki, t.e. fólkið í oyggjunum, kommunan á staðnum og landsmyndugleikar.
Her eru Ramsar-ætlanir fyri tey trý Ramsar-økini í Føroyum:
Ramsar-ætlaninar eru úrslit av arbeiðinum hjá Ramsar-nevndunum fyri ávíkavíst Nólsoy, Mykines og Skúvoy.
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo